Tað liggur ein góður tanki aftan fyri uppskotið – men kortini mæla við frá at tað verður samtykt. Tað er niðurstøðan hjá limunum hjá samgonguni í Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum. Tey hava viðgjørt eitt uppskot frá Fólkaflokkinum um at peningaligar gávur skulu vera skattafríar.
Men Fólkaflokkurin vil kortini hava ta avmarking, at ongin skal kunna fáa meiri enn 5.000 krónur um árið frá sama gevara, og gávurnar kunnu vera í mesta lagi 30.000 krónur tilsamans um árið. Men Fólkaflokkurin vísir eisini á, at tá ið talan er um peningaligar gávur, er talan um pening, sum longu er skattaður einaferð.
Tey í samgonguni halda, at tað liggur ein góður tanki aftan fyri uppskotið um, at gávur upp til ávíst mark skulu vera skattafríar. Men tey vísa eisini á, at eftir verandi lóg ber tað til at geva tað, tey kalla høvisgávur, uttan at skattur skal rindast av teimum. Tað eru gávur, sum verða latin til serstøk høvi. Harumframt kunnu trúboðarar søkja um at sleppa undan at rinda skatt.
Nú verður so lagt upp til at gera enn eitt undantak í skattalógini, men tey í samgonguni halda, at skal eitt undantak setast í verk, skal tað vera til munandi og týðandi gagn. Og tey vísa á, at longu sum er, ber tað til at geva skattafríar gávur til serlig endamál. Tey halda eisini, at vansin við at gera eitt undantak afturat í skattalógini, er størri enn tað gagn, ið kann fáast burtur úr.
Umboðini fyri andstøðuna, vísa á, at í Føroyum hevur tað altíð verið soleiðis, at vit hava roynt at hjálpt hvørjum øðrum, soleiðis at tey, ið hava havt ríkiligt, hava givið teimum, sum ikki hava havt til dagin og vegin, burtur av. Og endamálið við uppskotinum er at varðveita hendan góða sið, og tí vilja tey hava Løgtingið at samtykkja tað.