Tangaskip og lodnuskip mundu stoytt saman

Tað var um reppið, at eitt 29.000 tons stórt tangaskip og eitt íslendskt lodnuskip stoyttu saman norður úr Reykjanesi í Íslandi gjáramorgunin. Sambært íslendsku vaktartænastuni eydnaðist tað skiparanum á tangaskipinum at snara skipi sínum so mikið, at tað fór tætt aftan fyri tað íslendska skipið.

Sambært sjóverjuni royndi skiparin á tangaskipinum at fáa samband við lodnuskipið, men hann fekk einki svar. Hann setti seg tí í samband við vaktartænastuna, sum so kallaði á lodnuskipið. Men hon fekk heldur einki svar.

Tað eydnaðist kortini skiparanum á tangaskipinum at forða fyri samanstoyti. Íslendskir fjølmiðlar skriva, at tangaskipið hevði tómar tangar, og at tað var heppið, tí hevði skipið havt fullar tangar, er tað ikki vist, at tað hevði kunnað snara uttan um tað íslendska lodnuskipið.