Tamur dystur á Skála

Í síðsta leikumfari í hesum kappingarárinum spældu strandingar og kollfirðingar ein sera taman dyst á Skála, sum StÍF vann við tveimum málum

Hvørki strandingar ella kollfirðingar høvdu tað stóra at spæla fyri í dystinum sínamillum í høllini á Skála leygardagin. Undan dystinum var greitt, at strandingar endaðu á fjórða plássi í kappingini, meðan kollfirðingar endaðu síð um síð við hoyvíkingar í botninum.

Strandingar høvdu munin
Fyrstu løtuna av dystinum var tað heilt greitt heimaliðið, ið var omaná. StÍF legði seg á odda tíðliga í dystinum, og teir hildu seg framman fyri kollfirðingar allan fyrra hálvleik. Longu tá ið fyrri hálvleikur var okkurt um hálvrunnin, var heimaliðið komið á odda við fýra málum, men tað eydnaðist tó KÍF at minka um munin niður í tvey mál, áðrenn farið var til hálvleiks. Í seinna hálvleiki hildu kollfirðingar fram við at bíta frá sær, og hóast strandingar royndu hvat teir vóru mentir, eydnaðist tað ikki teimum at sleppa leysir av KÍF, sum bleiv við at hanga í.
Tá ið komið var út um hálvan seinna hálvleik, kom KÍF upp á javnleik 22-22, tá ið Damir Oros sendi eitt brotskast í netið, og bert lítla løtu seinni eydnaðist tað Gert Hansen hjá KÍF at leggja kollfirðingar á odda 23-22!
Nú kom rættuligur spenningur í dystin, og liðini bæði skiftust um at skora. Strandingar vóru tó oftast tað eina málið frammanfyri, men kollfirðingar vildu ikki sleppa endanum og blivu við at hanga í. Tá ið ein góður minuttur var eftir at leika, var StÍF á odda við tí eina málinum 30-29, og samstundis fingu teir brotskast. Sveinur Justinussen var settur at skjóta, men hann brendi, og nú fingu kollfirðingar møguleika fyri at javna í seinasta minuttinum. Tað eydnaðist tó ikki KÍF at javna til 30-30, og ístaðin kundi Sveinur Justinussen gera skaðan góðan aftur og í seinastu sekundunum skora til endaliga úrslitið 31-29 til StÍF.

Liðugt fyri í ár
Hetta var seinasti dysturin hjá hesum báðum liðunum í hesum kappingarárinum, og ymiskt er, hvussu tey hava staðið seg. Strandingar vóru føroyameistarar í fjør, men tað eydnaðist teimum ikki at endurvinna meistaraheitið. Hinvegin eydnaðist tað teimum at vinna steypakappingina, og tað fegnast teir óivað um á Strondum, hóast tað ikki er tað sama sum meistaraheitið. StÍF var leingi væl við í kappingini um FM-heitið, men snávaðu móti endanum. Tað skal eisini sigast, at StÍF var óheppið við skaðum til so týðandi leikarar sum Sveinur Justinussen og leikandi venjaran Marian.
Kollfirðingar endaðu aftast í landskappingini, men teir hava onga orsøk til at skammast, tí teir hava koppað fleiri av fremru liðunum í hesum kappingarárinum. Kollfirðingar hava eisini verið meint raktir av skaðum, og tað merkist væl hjá einum liði, har hópurin ikki er serliga breiður frammanundan.


StÍF: Sveinur Justinussen 7, Arthur Johansen 7, Borgar Danielsen 4, Alexandur Johansen 4, Jón Rasmussen 4, Mihai Marinescu 2, Andre Danielsen 2, Leivur Justinussen 1
KÍF: Damir Oros 8(3), Rógvi Weihe 6, Petur Martin Poulsen 5, Gert Hansen 5, Mirko Milinkovic 4, Teitur Joensen 1

Brotskøst: KÍF 3
Útvísingar: StÍF 4, KÍF 3
Dómarar: Høgni M. Joensen og Brandur Johansen