Talv: Umdystur um FM-heitið

Tveir telvarar skulu telva umdyst um føroyameistaraheitið

Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag og Martin Poulsen úr Havnar Telvingarfelag skulu í morgin páskaaftan telva umdyst um FM-heitið 2021. Teir endaðu javnir í oddanum í landsliðsbólkinum við seks stigum hvør. 

Sjeynda og seinasta umfar í árligu FM-stevnuni í talvi fyri einstaklingar, sum Klaksvíkar Talvfelag hevur skipað fyri nú um páskirnar, var avgreitt á Skúlatrøð í dag. Men liðugt er kortini ikki enn, tí umdystur verður um FM-heitið í morgin páskaaftan - bæði hjá teimum vaksnu og teimum ungu.

Favoritturin Høgni Egilstoft Nielsen vísti sína styrki og koppaði oddamanninum Hans Kristiani Simonsen í toppdysti teirra millum í seinasta umfari í Klaksvík. Martin Poulsen vann sítt talv móti Samson Højgaard, og tí vunnu báðir seg eitt hálvt stig framum Hans Kristian Simonsen.

Byrjanin í talvinum millum Høgna og Hans Kristian var frúgvabragd - á enskum Queensgambit - sum eisini er heitið á kendari røð á Netflix um unga gentu, sum rísur upp um allar telvarar í heiminum. Høgni hevði at síggja til onga heimafyrireiking við sær, og Hans Kristian stóð fínt. Kollfirðingurin var kanska í so varin og legði seg meira eftir at standa ímóti heldur enn at styrkja seg. Brádliga vendi. Úr næstan ongum fekk Høgni eitt initiativ, og tá rókurin kom oman á aðru røð hjá Hans Kristiani, fekk hann talvið upp á sínar premissur. Sum frá leið sást ein ítøkiligur fyrimunur í støðuni. 

Við sínum lýtaleysa teknikki at handfara støður við ítøkiligum fyrimuni er Høgni vanliga náðileysur. Hans Kristian var at síggja til stigvíst niðurspældur, men líkt er til - sambært telduni - at kring leik 40, tá báðir vóru í tíðarneyð, var ein taktisk vending, sum kundi givið Hans Kristiani neyðuga mótstpælið. Hann skuldi tá latið riddaran fyri svørtu a-finnuna, og farið eftir mátálopi við rókunum á áttandu røð. Óvist er, hvussu tað kundi endað. Men at síggja slíkt við borðið í tíðarneyð er lættari sagt enn gjørt.

##med2##

Martin gjørdi skjótt av í sínum talvi. Samson legði upp til Aljechin-byrjanina, men Martin veik undan við riddaraleiki á c3 heldur enn tí vanliga e5-leikinum. Samson fann ikki bestu loysnina, og brátt hevði Martin telvað upp ein ítøkiligan fyrimun í støðuni. Eftir tað helmaði hann ikki, tó at hann sum vant skuldi flyta nógvar leikir í skundi at røkka teimum fjøruti leikunum fyri tíðareftirlitið.

Á hinum borðunum var rokan í fjøruni. Haldur Suni og Margar brustu saman í randargný. Haldur tóktist vera á sigurskós, men støðan, sum kom upp eftir skarpa sisilianska byrjan, gjørdist fløkt, og tá kann brádliga venda. Eitt himpr hjá Halduri kostaði honum dýrt, og so var Margar, sum tann listilærdi taktikari hann er, náðileysur.

Rani og Luitjen høvdu eisini eitt fløkt álopstalv, sum ringt var hjá báðum at telva. Sambært telduni snávaðu báðir fleiri ferðir, og tí endaði tað so salomoniskt við einum javnleiki, tó at alt stóð í einum krúttámi, tá stríðandi partarnir sættaðust um eina friðaravtalu.

 

7. umfar 2. apríl

Hans Kristian - Høgni 0 - 1

Martin - Samson 1 - 0

Haldur - Margar 0 - 1

Luitjen - Rani ½ - ½

 

Endaliga støðan í Landsliðsbólkinum

1-2. Høgni Egilstoft Nielsen, ST 6

1-2. Martin Poulsen, HT 6

3. Hans Kristian Simonsen, KT 5½

4. Margar Berg, HT 3½

5. Rani Nolsøe, KTF 3

6. Luitjen A. Apol, HT 2½

7. Haldur S. Johansen, KTF 2

8. Samson Højgaard, VT 1½