Talv: Sandavágs Talvfelag fremst í 1. deild

Útsetti talvdysturin millum Sandavág og Klaksvík-1 varð telvaður í Sandavági í dag. Sandavágur vann 3-1, sum eisini skuldi til fyri at koma á ovastu rók, Sandavágur og Klaksvík-1 hava bæði 19 stig, men útrokningin sigur at Sandavágur í løtuni er ovast.

Olaf Berg - Steintor Rasmussen (1-0)

Torkil Nielsen - Finnbjørn Vang (1-0)

Rógvi Egilstoft Nielsen - Rani Nolsøe (1-0)

Jónfinn Tomsen - Terji Petersen (0-1)

Á 1. borði gjørdu Olaf og Steintor skjótt av - Olaf vann, eisini 4. borð gjørdi skjótt av, men har fekk Klaksvík stig - Terji vann á Jónfinn. Á 2. og 3. borði treiskaðust teir meira, men feðgarnir úr Sandavági Torkil og Rógvi drógu har bæði stigini í hús, soleiðis at Sandavágur vann samanlagt 3-1.

Støðan nú øll liðini hava telvað 8 talv:

Nr. 1 Sandavágur 19 stig

Nr. 2 Klaksvík1 19 stig

Nr. 3 Havnin1 17½ stig

Nr. 4 Vestmanna 15½ stig

Nr. 5 Klaksvík2 13 stig

Nr. 6 Havnin2 11 stig

9. umfar verður telvað 15. mars, tá hittast:

Sandavágur - Havnin-2

Klaksvík-1 - Havnin-1

Klaksvík-2 - Vestmanna.

Talvkappingin verður liðug 28. mars, tá 10. umfar verður telvað.