Føroyar luttaka á 39. Talvolympiaduni, sum verður í Khanty Mansiysk í Russlandi í døgunum 19. september til 4. oktober. Føroyska OL-landsliðið 2010 er mannað soleiðis:
1. IM Helgi Dam Ziska (2439)
2. IM John Rødgaard (2352)
3. Olaf Berg (2274)
4. FM Carl Eli Nolsøe Samuelsen (2262)
5. Jóan Hendrik Andreasen (2217)
Liðleiðari verður, eins og í OL 2006 og 2008, Finnbjørn Vang.
Hetta er á 19. sinni, at Talvsambandið sendur landslið til Olympisku leikirnar í talvi, síðani altjóða limaskapin og viðurkenningina í 1970.
Og sjálvsálitið á landsliðnum hevur neyvan verið størri, nú lagt verður til brots í Russlandi.
Í OL í Dresden 2008 fekk liðið sera góða plasering, við einum 61. plássi í kapping við heili 146 tjóðir. Eitt nú endaði Føroyar frammanfyri krútsterku grannarnar fyri vestan, Ísland. Og í 2009 vann landsliðið Gull í EM fyri smátjóðir, uttan at tapa eitt einasta talv.
Ongin ivi um, at mótstøðan verður hørð, men aftur hesuferð er árræði í hásæti, at røkka úrslitum. M.a. luttaka í OL 2010: 247 stórmeistarar (GM) og 160 aljtóða meistarar (IM) - heimselitan er savnað á einum stað.
Føroyar er seedað nr. 79 av 159 tjóðum, t.v.s. júst um miðjuna. Til samanberingar kann nevnast, at Noreg, við heimsins sterkasta telvara í løtuni, GM Magnus Carlsen á odda, er seedað nr. 26, Svøríki (35), Danmark (44), Ísland (53), Finland (59), Skotland (61) og Írland (73).
Telvað verða 11 umfør, har liðið verður mannað við 4 telvarum hvørt umfarið.
Fyrsta talvið verður telvað komandi týsdag. Ætlandi ber til at fylgja telvingini beinleiðis umvegis alnótina.










