Á seinasta altjóða styrkislistanum hjá altjóða talvsambandinum, FIDE, hava avrikini seinasta ársfjórðingin hjá Carl Eli Nolsøe Samuelsen flutt styrkistalið uppá 2311. Eins og í øllum øðrum ítróttargreinum, snýr talv seg um at flyta mørk. Ítróttalig, men ikki minst eisini, persónlig mørk. Telvarar sum bróta ?2300-múrin? eru Fide Masters, sambært reglugerðini hjá FIDE, skrivar faroechess.com
Tá um ítrótt umræður, er ikki minst av avgerðandi týdningini, at vera væl fyri kropsliga - sum samstundis gevur mentala yvirkskotið, at standa seg, tá á stendur í talvi. Tað er væl kent, at Carl Eli rennur teinar um vikuna, sum onnur renna á lívsleiðini !
Og úrslitini tala fyri seg.
Carl Eli er tann 8. føroyski telvarin, sum - søguliga sæð - knógvar 2300-markinum í talvi, síðani Talvsamband Føroya varð stovnað í 1970.
Havnamaðurin, sum, frá barnaárum, fekk íbornu talvglóðina úr Havnar Telvingarfelag, hevur hesi seinnu árini stórtrivist í - sera vælrikna - Vestmanna Talvfelag og verið ein avgerðandi lutur í megnarúrslitum hesi seinnu árini, har Gull er komið til høldar í liðkapping og steypakapping.