Talv: Afturgongd á altjóða styrkilistanum

Altjóða talvsamgongan FIDE hevur kunngjørt nýggjan styrkilista fyri september 2022.  Úrslitini hjá Føroyum á talvolympiaduni í summar síggjast nú aftur, skrivar Talvsambandið

Altjóða talvsamgongan FIDE hevur kunngjørt nýggjan styrkilista fyri september 2022.  Úrslitini hjá Føroyum á talvolympiaduni í summar síggjast nú aftur, skrivar Talvsambandið.

 

Høgni Egilstoft Nielsen er farin niðurum 2400 í rating, sum hann í longri tíð hevur hildið seg uppi á, Luitjen Akselsson Apol er gliðin úr topp 15, og John Rødgaard er dottin niðurum 2300. Støðan er kortini ikki verri enn so, enn at Føroyar standa nummar 76 av teimum 170 londunum, sum FIDE hevur á sínum yvirliti. Á olympiaduni vóru útivið 200 lond við í almennu kappingini.

 

Yvirlitið er roknað eftir miðalstyrkitalinum hjá landsins fremstu telvarum. USA er á odda, Russland er nummar tvey og Kina nummar trý. Norra er nummar 15, og Usbekistan, sum púra óvæntað vann olympiaduna í India í summar, er nummar 18.

 

Teir fremstu fimm telvararnir í heiminum eru nú hesir:

 

1. Magnus Carlsen (Noreg) 2861

 

2. Liren Ding (Kina) 2808

 

3. Ian Nepomniachtchi (Russland) 2792

 

4. Alireza Firouzja (Frakland/Iran) 2778

 

5. Wesley So (USA) 2771

 

15 teir bestu

 

Í Føroyum eru umleið 350 telvarar, sum eru virknir í teimum níggju feløgunum, sum í vetur vóru virkin í føroysku landskappingini.

 

Teir fremstu fimtan eru hesir:

 

1. Helgi Dam Ziska (HT) 2543

 

2. Høgni Egilstoft Nielsen (ST) 2394

 

3. John Arni Nilssen (ST) 2336

 

4. Martin Poulsen (HT) 2311

 

5. John Rødgaard (VT) 2281

 

6. Rógvi Egilstoft (ST) 2274

 

7. Olaf Berg (HT) 2204

 

8. Flóvin Tór Næs (HT) 2204

 

9. Hans Kristian Simonsen (KT) 2198

 

10. Bogi Ziska (TT) 2190

 

11. Ólavur Simonsen (KTF) 2189

 

12. Jóan Hendrik Andreasen (HT) 2187

 

13. Carl Eli Samuelsen (HT) 2171

 

14. Eyðun Nolsøe (KTF) 2163

 

15. Sjúrður Thorsteinsson (HT) 2139

 

Norðurlond

 

Okkara stórmeistari telist sum kunnugt millum teir fremstu í norðurlondum. Í einum topp 20 lista, er Helgi í løtuni nummar 11. Norra er best umboðað á hesum listanum. Norðmenn eiga sjey av fremstu tjúgu telvarum í norðurlondum. Helgi Dam Ziska hevði verið nummar 6 í Norra, nummar 3 í Danmark og Svøríki, nummar 2 í Finnlandi og nummar 1 í Íslandi.

 

Tann norðurlendski topp 20 listin er hesin:

 

1. GM Magnus Carlsen (Noreg)  2861

 

2. GM Aryan Tari (Noreg) 2656

 

3. GM Nils Grandelius (Svøríki) 2651

 

4. GM Jon Ludvig Hammer (Noreg) 2625

 

5. GM Jonas Buhl Bjerre (Danmark) 2598

 

6. GM Mads Andersen (Danmark) 2597

 

7. GM Johan-Sebastian Christiansen (Noreg) 2583

 

8. GM Simen Agdestein (Noreg) 2576

 

9. GM Evgeni Agrest (Svøríki) 2567

 

10. GM Tomi Nyback (Finnland) 2566

 

11. GM HELGI DAM ZISKA (FØROYAR) 2543

 

12. GM Hjørvar Steinn Gretarsson (Ísland) 2542

 

13. GM Lars Oskar Hauge (Noreg) 2533

 

14. GM Frode Urkedal (Noreg) 2533

 

15. GM Allan Stig Rasmussen (Danmark) 2531

 

16. GM Sune Berg Hansen (Danmark) 2525

 

17. GM Hannes Stefansson (Ísland) 2527

 

18. GM Erik Blomqvist (Svøríki) 2523

 

19. GM Kjetil Lie (Noreg) 2521

 

20. GM Henrik Danielsen (Ísland/Danmark) 2521