Talufrælsi – ein hornasteinur í einum fólkaræði

Tað er ein menniskjarættur at siga sína hugsan. At nýta sítt talufrælsi er ein rættur, ið er ein av hornasteinunum í okkara fólkaræði. Tað er hetta borgararnir í ymiskum sendingum hjá Kringvarpinum fáa høvi til - at siga sína hjartans hugsan.

At siga sína hugsan, hóast hon ikki er í tráð við tað, sum politiski myndugleikin ella aðrir valdsharrar halda, hevur alstóran týdning. Tað hevur týdning, at vit sum samfelag ongantíð koma í ta støðu, at ikki ber til at siga sína hugsan. Í Føroyum og í teimum londum, vit vanliga samanbera okkum við í vesturheiminum, er tað staðfest í grundlógum, at hetta er ein menniskjarættur.

Tá ið Kringvarpið ger sendingar, eru lógarbundnar og aðrar reglugerðir, ið vit arbeiða eftir. Eisini hava vit skrivað undir ein public service-sáttmála, sum millum annað undir mentan, lýsir uppgávuna hjá Kringvarpinum soleiðis: ”Í skránni skal Kringvarp Føroya endurspegla gerandisdagin og veruleikan hjá føroyingum í øllum sínum fjølbroytni, eitt nú innan átrúnað, livihátt, frítíð, arbeiðs- og familjulív.”

Grundað á hetta framleiðir Kringvarpið nógvar ymiskar sendingar og tilfar til sendingar, líka frá upptøkur av sálmasangi, andaktir og guðstænastur - til ítrótt, undirhald, mentan, børn og ungdómssendingar. Eisini, tá ið talan er um, eitt nú, at varpa ljós á, at ung hóast tey eru yngri enn 18 ár, kunnu keypa rúsdrekka. Afturat hesum hevur Kringvarpið nógvar sendingar, har borgarar siga sína hugsan. Dømi um hetta er sendingin Fólksins Rødd, eitt annað er Álvaratos, har panelið sigur sína hugsan um, hvussu tað sum verður viðgjørt í fjølmiðlunum, verður skilt av vanligum fólki. Miðlasøgurnar verða sostatt gjørdar fólksligar, soleiðis, at fleiri fáa áhuga at kunna seg nærri og kjakast víðari um, hvat fer fram í føroyska samfelagnum.

Vert er at leggja merki til, at Kringvarpið hevur til uppgávu at varpa ljós á at endurspegla gerandisdagin og veruleikan hjá fólki. Kringvarp Føroya hevur ikki í sínum sendingum eina meining um tey mál, sum verða viðgjørd.