Kai Vágfjall
Vit hava hátíðarhildið 60-ára dagin fyri fólkaatkvøðuni tann 14. septembur 1946, tá føroyingar valdu loysing, men fingu hana ikki.
Hetta er fallið nøkrum danifilum trælum fyri bróstið, sum verða man, og hava alment roynt at falsa valúrslitið, við t. d. at siga, at teir sokallaðu sofaveljararnir áttu at verið taldir við. Føroyingar skulu verða skerdir, og ikki hava sama rætt eins og onnur fólkasløg, eftir teirra hugsan.
Slíkt kemur ikki óvart á meg, tí slíkar óseriøsar og ódemokratiskir gyklarar finnast allar staðir. Men tá hugsað verður um, at tveir at hesum jonglørunum hava góða útbúgving, sum hevur givið teimum rætt til størv, har arbeitt verður við tølum, ja annar hevur afturat verið stjóri á Toll og Skatt, tá fer tað mær kalt niður eftir rygginum.
Eg má bara undrast og spyrja meg sjálvan, um hesim fyrrverandi stjóri eisini jongleraði við tølum tá!!??










