Talið av deyðum á Haiti eftir jarðskjálvta farið upp um 300

Í minsta lagið 304 fólk eru deyð í einum jarðskjálta, sum rakti Haiti gjáramorgunin. Yvir 1800 hava fingið skaða

Jarðskjálvtin á Haiti í gjár hevur håkostað yråvir 300.000 lívið. Myndin er úr býnum Jeremie í syðra partinum av landinum. Eitt sjúkrahús í býnum hevur fingið so nógv skadd fólk inn á sjúkrahýsið, at tey hava verið noydd at sett upp tjøld við seingjum uttan fyri sjúkrahúsið. - Foto: Twitter @jcomhaiti/Reuters

Talið av deyðum eftir ein harðan jaðrskjálvta á Haiti í gjár hækkar til oman fyri 300, siga myndugleikar á staðnum. Tað skrivar tíðindastovan Reuters.

 

Talið av deyðum var fyrr gjørt upp til í minsta lagið 227.

 

Í minsta lagið 304 fólk eru deyð, sigur seinastas dagføringin frá myndugleikum leygarkvøldið lokala tíð. Harumframt hava minst 1800 fólk fingið skaða.

 

Harvið telist jarðskjálvtin millum teir tíggju, ið hava kravt felst mannalív í Latínamerika seinastu 25 árini. Tað skrivar spanska tíðindastovan EFE.

 

Skjálvtin hevði samnært Reuters jarðskjálvtamiðdepul umleið átta kilometrar frá býnum Petit Trou de Nippes og umleið 150 kilometrar vestan fyri høvuðsstaðin Port-au-Prince. Dýpdin var tíggi kilometrar.

 

Fleiri staðini í Karibia merktust ristingarnar við eini roknaðari styrki til 7,2. Fólk flýddu úr heimum sínum av ótta fyri, at bygningar fóru at rapa.

 

Amerikanski jarðfrøðistovnurin (USGS), sum millum annað heldur eyga við jarðskjálvtum kring allan heimin, segði í gjár sambært CNN, at talið av deyðum og skaddum sannlíkt fór at vera »høgt«.

 

Eitt sjúkrahús í býnum Jeremie í syðra parti av landinum upplýsir, at har eru komin so nógv skadd fólk, at tey hava verið noydd at seta upp tjøld við seingjum uttan fyri bygningin.

 

– Her koma so nógv fólk inn. Vit hava ikki nóg nógvan útbúnað, sigur stjórin á sjúkrahúsinum Hospital Saint Antoine við CNN.

 

Ristinginarnar hava havgt við sær umfatandi materiellan skaða.

 

– Boðað er frá skaðum á hús, vegir og samferðslu, sigur Katie Wilkes, sum er talsfólk fyri Reyða Kross í USa við CNN.

 

Haiti stríðist enn við at koma fyri seg eftir ein ógvusligan jarðskjálvta, sum rakti landið fyri 11 árum s´æiðani – men tó nærri høvuðsstaðnum.

 

Nógv vóru heimleys eftir skjálvtan í 2010 og yvir 300.000 doyðu. Tann skjalvtin varð máldur til 7,0.

 

Tað búgva umleið 11,5 milliónir fólk á Haiti.

 

/ritzau/

 

Jarðskjálvtin á Haiti í gjár hevur håkostað yråvir 300.000 lívið. Myndin er úr býnum Jeremie í syðra partinum av landinum. Eitt sjúkrahús í býnum hevur fingið so nógv skadd fólk inn á sjúkrahýsið, at tey hava verið noydd at sett upp tjøld við seingjum uttan fyri sjúkrahúsið. - Foto: Twitter @jcomhaiti/Reuters