Stjórnin í Afghanistan sigur í morgun, at Taliban-álopið í høvuðsstaðnum Kabul er av. Sambært stjórnini kostaði tann 19 tímar langi bardagin 11 afghanum lívið, og seks NATO-hermenn eru særdir. Í minsta lagi seks álopsmenn lógu eftirá.
Franska tíðindastovan AFP sigur, at tann amerikanska sendistovan og høvuðsstøðin hjá NATO vóru høvuðsmál hjá álopsmonnunum, men at teir eisini søktu at øðrum málum, hóast júst hesin parturin av Kabul er tann best vardi. Undir álopinum eydnaðist tað Taliban-álopsmonnunum at taka ein bygning, sum er í gerð, og haðani skutu teir eftir NATO-hermonnunum og teimum afghonsku stjórnarhermonnunum.
Vesturlendskir eygleiðarar í Afghanistan siga, at álopið á tann best varda býarpartin í Kabul vísir, at Taliban kann framvegis gera um seg.