Talið av nýggjum persónbilum veksur

Nýggjastu hagtølini hjá Akstovuni vísa, at samlaða sølan av nýggjum akførum er vaksin við átta prosentum í ár í mun til í fjør.

Sølan av nýggjum persónbilum í Føroyum er vaksin við 18 prosentum. Í ár vórðu seldir 818 persónbilar í mun til 692 í fjør. Sølan av vørubilum minkaði við átta prosentum frá 93 bilum í 2009 til 85 í 2010. Í ár vórðu seldir 19 hýruvognar í mun til 11 í fjør. Hagtøl fyri brúkt akfør vísa, at í ár vórðu 18 ellisakfør skrásett í mun til 6 í fjør. Ein lítil vøkstur er í søluni av motorsúkklum, meðan sølan av prutlum er minkað við næstan 50 prosentum.