Talið av deyðum eftir náttúruvanlukkuna á Maderia er nú komið uppá 42, men myndugleikarnir óttast framvegis fyri, at talið verður væl størri.
Tað eru serliga tvær handilsmiðstøðir í miðbýnum í Funchal og búsetingarnar í Nunnudalinum, sum teir óttast fyri, og sagt verður at enn eru 248 fólk saknaði.
Vit hava eina frágreiðing frá Magna Arge, sum er staddur á Madeira:
?Í keypsskálanum Dolce Vita í miðbýnum eru parkeringspláss á fleiri hæddum undir jørð. Sum skilst fóru nógv fólk oman eftir bilum sínum, tá tey vóru ávaraði um, at áirnar lupu og flóðin fór at gera um seg í býnum. Enn veit ongin, um nakar ella fleiri fólk vóru í parkeringskjallaranum á Dolce Vita og í einum øðrum keypsskála tætt við.
Greitt er heldur ikki, hvussu vorðið er í Nunnudalinum. Har er ringt at sleppa til, og eitt bjargingarlið sum er komið til staðið til gongu, sigur frá, at í hvussu er sjey fólk eru deyð, men tey hava ikki greiði á støðuni enn.
Sagt verður frá fleiri ræðusøgum í gjár. Ein maður greiddi frá einum vinmanni, sum sá grannahúsini niðan fyri seg smokka saman og skola oman eftir brekkuni. Hann visti tey vóru fimm fólk í húsi. Ein annar greiðir frá einari familju, sum var rakt, tá tey komu koyrandi eftir vegnum, og áin leyp. Maður og kona og barn sluppu úr bilinum, men mistu sambandið við hvør annan. Barnið er afturfunnið, men var ikki á lívið, og konan er horvin. Maðurin sum fortelur søguna, hekk fastur í einum træi og bjargaði sær tann vegin.
Í gøtunum í Funchal verður dúgliga arbeitt við at rudda, og í góðveðrinum í dag,sást ikki so nógv til vanlukkuna á høvuðsvegnum út til flogvøllin, men sporini vóru kortini týðulig, har sum mold, eyrur og grót var komið út á vegirnar og inn í tunnlarnar.
Miðbýurin er stongdur fyri ferðslu eins og fleiri tunlar. Gravimaskinar og lastbilar í hópatali rudda og flyta tons oman á tons av tilfari, sum ruddi oman í býin í gjár.
Veðrið hevur verið rættiliga gott í dag, og tað hevur lætt um hjálpararbeiði, men í kvøld er nakað meiri av vindi.