Magni Arge
So er kunngjørt, hvør stillar upp fyri Tjóðveldi til fólkatingið, og eg eri eitt av 12 valevnum á listanum.
Eg haldi, at liðið er so sterkt, at Tjóðveldi væl og virðiliga kann vinna minst annað umboðið á valinum, og hetta er eisini neyðugt.
Okkum tørvar eina tjóðskaparrødd á fólkatingi, sum mótvegis Danmark og heiminum annars greitt talar Føroya søk.
Havnastongsulin ímóti føroyskum skipum var mønustingurin hjá heimastýrislógini, sum vísti, at Danmark hevur valt ES fram um Føroyar.
Vit ætla okkum at gera greitt á fólkatingi, at Føroyar skulu kunna virka frítt í altjóða høpi og ikki dragast ígjøgnum danskar bakdyr inn í ES.
Vit fara at vísa á okkara egnu styrkir og virðir sum tjóð og ikki bidda um hægri blokkstuðul og olmussu úr donskum grunnum.
Vit verða á varðhaldi og tryggja, at ongin lóg, ongin ES-regla og ongin uttanríkispolitisk avgerð verður sett í gildi uttan við føroyskum samtykki.
Vit ætla at styrkja støðuna hjá føroyskum borgarum og vinnulívi í altjóða høpi og tryggja teimum javnbjóðis rættindir.
Vit fara við ídni og sannføring at brúka okkara politisku umboðan allastaðni, har vit kunnu, at fremja áhugamálini hjá føroysku tjóðini.
Við mínum royndum í altjóða samvinnu í 25 ár veit eg, at greið tala á øllum pallum munar. Komi eg á fólkating, skal mín partur ikki liggja eftir.