TAKS bjóðar nýggja sjálvavgreiðslu á netinum

Borgarar fáa nú møguleikan at avgreiða fleiri viðurskiftir á netinum.

Framyvir skal tað vera lættari hjá borgarum at avgreiða teirra viðurskiftir hjá TAKS. Stovnurin hevur ment eina nýggja skipan, ið framyvir avloysir eSkatt.fo.


Nýggja skipanin hevur fingið heitið Borgaragluggin. Talan er um sjálvavgreiðslu, har borgarar kunnu avgreiða fleiri av sínum viðurskiftum.


Framyvir fær borgarin beinleiðis atgongd til sínar egnu upplýsingar, harímillum sjálvuppgávur, løn, frítíðarløn, eftirløn, ognir, rentustuðul, ferðastuðul og skattauppgerðir heilt aftur til 1984.


Ætlanin hjá TAKS er, at Borgaragluggin við tíðini skal verða høvðusmiðilin í samskiftinum millum stovnin og borgaran.