TAKS – skattavaldið, er farið á sjarmuherferð til tess at fáa okkum at rinda okkara skatt við gleði. Í áhugaverdari samrøðu her í blaðnum í gjár greiddi skattastjórin frá endamálinum við herferðini.
Um herferðina hjá TAKS sigur stjórin m.a. at stovnurin leggur stóran dent á opinleika og góða tænastu. Hann dugir væl at verja avgerðina um at nýta skattakrónur til upplýsing og til at marknaðarføra tann stovn, ið hann er settur at stjórna. Fremsta uppgávan hjá TAKS er sum vera man at tryggja landskassanum skatta- og avgjaldsinntøkur. Stovunurin skal hereftir verða eyðkendur av at veita góða tænastu. Tað ræður eisini um at gera stovnin betri umtóktan millum manna og er hetta ivaleyst tiltrongt, tí ”Skatturin” er her sum aðrastaðir ikki væl umtóktur. Hetta kemur líkasum av sær sjálvum og fáur man rinda sín skatt við gleði. Hetta, at skattagjald er illa umtókt, er fyri alt tað eins gamalt og mannasamfelagið, og mangan hava staðist stórar samfelagsligar broytingar og entá kollveltingar av misnøgd skattagjaldarana.
Tað er alla æru vert, at TAKS roynir at bøta um ta neiligu hugmynd, ið fólk trykjast hava av stovninum. Tað hevur uppaftur størri týdning, at stovnurin við herferðini fær almenningin at skilja, hvat skatta- og avgjaldsinntøkur landskassan verða nýttar til. Tað er kanska ikki tað, sum dagliga liggur okkum fremst í huga, at tann skattur vit við blandaðum kenslum rinda, tryggjar okkum gott undirstøðukervi, heilsurøkt og sjúkraviðgerð á høgum støði og tryggjar okkara børnum góða skúlagongd, teimum ungu góðar útbúgvingar og teimum gomlu ein tryggan aldurdóm.
Nútímanssamfelagið er sera dýrt at reka og sum frá líður vera tað færri herðar til at rinda eitt støðugt dýrari samfelag. Hetta merkir alt annað líka, at útlitini fyri skatta- og avgjaldslættum eru vánalig. Heldur fer tað at ganga hinvegin, at skatta- og avgjaldsbyrðarnar fara at tyngjast, so hvørt nútímanssamfelagið verður útbygt. Útbyggingarmøguleikarnir og nútímansgerðin eru mestsum óavmakrað. Sama er um okkara forvæntningar og okkara krøv til samfelagið at siga. Tað kann tí bert vera gott, at avvarandi myndugleikin ger sítt besta til tess at fáa skattgjaldararnar at skilja skattaskipanina og tær fortreytir, sum her eru galdandi.
Vit gera vónandi ongum órætt, um vit siga, at skattaumstingin ikki altíð hevur virkað optimalt. Tað eru tey, sum siga, at tað hevur verið trupult at sleppa framat myndugleikanum umvegis telefonina og onkur hevur hildið, at tónin mótvegis viðskiftafólkunum kundi onkuntíð havt verið betri. Tað er helst farin tíð. Tað er annars altíð gott við konstruktivum kritikki og eisini við upplýsing, sum skal minna okkum á, hvat okkara skattapengar verða brúktir til. Vit kunnu bara fegnast um, at alt verður gjørt fyri at fáa størri opinleika og forstáilsi millum skattavald og borgara, og at hesi føla, at tey koma hvørjum øðrum við. Hvør av øðrum liva má.