Oyggin stóð saman, men nú líta vit frameftir.
Undir hesum herrópinum bjóða Varðin Pelagic og Salt, øllum Suðuroyingum til ókeypis oyggjarkvøld í Salt leygarkvøldið klokkan 19. Og tað gera sum ein tøkk til øll tey, sum hjálptu til, tá ið eldur kom í Varðan Pelagic tann 9. juni.
– Tað varð nógv lagt fyri í royndini at sløkkja eldin og bæði tilbúgvingin, og suðuroyingar um alla oynna gjørdu eitt stórt arbeiði, bæði fyri at sløkkja eldin, men eisini fyri at hýsa fólki, sum mátti flytast burtur av Tvøroyri.
Á Oyggjarkvøldinum verða brellbitar, og okkurt leskandi, at fáa og onkrar gávur skulu handast. Ólavur Rasmussen fer at bjóða vælkomin, men annars fara Bogi Jacobsen, stjóri á Varðanum Pelagic og Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, sum halda røðu
Tónleikarar hava bjóðað sær til at spæla ókeypis og tey, sum fara at syngja og spæla, eru Kirkjukórið, Ljómur, Eyðun Nolsøe, Sveinur í Prestgarði, Asyllex, Kristian Holbæk og Óli, umframt Poul Arne og John Áki Egholm.
Tá ið tiltakið er av, verður ein stuttur steðgur, har fólk fáa høvi til at práta sínamillum, men so verður almennur dansur. Hans Jacob Hjelm, og hansara vinmenn, fara at spæla, umframt eitt nýtt orkestur ið kallast, Mustard. Dansurin er ókeypis, men drykkjuvørurnar úr Café Salt eru ikki ókeypis.