Tað bleiv skrivað síða upp og síða niður, at um hesi vælsignaðu fólk komu inn, skuldi eingin verða noyddur at flyta av landinum. Serliga ikki tey, sum høvdu verið við sviðusoð, t. d einligar mammur, familjur, ið høvdu børn við serligum tørvi. Eisini skuldi setast á stovn náttarvaktarskipan til eldri heimabúgvandi. Ja tað var ikki orð fyri, hvussu pragtfult alt fór at verða.
Hvat hava vit sæð síðani valið?
Stórar smádreingir sum hava klandrast og keglast. Stórar smádreingir, sum absolut í mínari verð síggja út til at hava ”serligan tørv” eru so sjúkir fyri at verða í sentrum, at teir gloyma, at teir skulu arbeiða fyri fólkinum og ikki fyri sær sjálvum. Hótta aðru hvørja løtu við at leggja frá sær, um teir ikki fáa sín vilja. Ja so var tað ikki soleiðis meint allíkavæl, men bara líka sum eitt slag í krígstrummurnar. Hattar er flóvisligt. Takið tykkum saman og byrjið at arbeiða við tí, sum tit vóru vald/valdir inn uppá. Ella leggið frá tykkum









