Summartúrurin til Føroyar er av á hesum sinni. Altíð deiligt at vitja gamlar vinir og kenningar og kjakast um leyst og fast.
Eitt evni, ið altíð verður haft á lofti er, hvat mennirnir gera og ikki gera í húsarhaldinum.
Nógvar undrast á, hvussu tað ber til, at maður mín hjálpur so nógv til við børnum og heiminum, og hví teirra ikki gera tað sama.
Aðrar hava góðtikið støðuna, sum hon er, og leggja klæði fram til mannin at fara í hvønn morgun, smyrja honum breyð til døgurða og vaska alt undan honum.
Mítt svar er einfalt - eg havi ikki gjørt nakað fyri at fáa mannin, so sum hann er - hann var soleiðis tá eg "fekk" hann.
Mamma hansara hevur nevniliga lært hann, at tað er ein sjálvfylgja, at dreingir dustsúgva, gera mat, vaska síni egnu klæði, og til og við strúka sínar egnu skjúrtur.
So ein partur av svarinum, hví summir føroyskir menn eru so óhjálpnir heima, meini eg, er, at teir ikki duga tað, ein skal fyri at halda hús. Tá er sjálvandi lættast at halda seg vekk frá slíkum og lata konuna takað tað tunga takið við klæðum, mati, rudding og vasking.
Loysnin er tit mammur! Lærið dreingirnar tað sama sum genturnar - ger tað til eina sjálvfylgju, at teir eisini skulu gera reint heima og vaska klæði.
Eg lovi tær, at ein dag fer kona hansara at takka tær!