Taki hattin av fyri teimum sum tora

Føroyskir tónleikarar um X-Factor: Lív Næs

Hvat heldur tú um X-Factor?

Eg haldi, tað er eitt áhugavert fyribrigdi. Tað er avgjørt ein møguleiki hjá fólki at vísa hvat tey duga, og at koma fram.

Hvat heldur tú um tónlistarliga støðið í X-Factor?

Eg haldi at sendingarnar í ár hava havt fleiri góðar luttakarar, men eisini fleiri minni góðar. So eg má siga, at støðið broytist rættiliga nógv fyri hvønn luttakara.

Heldur tú tað er ein góður máti at byrja sína karrieru?

Eg taki hattin av fyri teimum, sum hætta sær at stilla seg á handan pallin og fáa tann kritikkin tey fáa, tí eg vænti tað krevur ótrúliga nógv at hoyra slíkt. Eg hevði ikki gjørt tað. Tá tað er sagt, so haldi eg ikki tað er ein góður máti at byrja sína karrieru, um tú ikki frammanundan hevur okkurt at bjóða uppá. Hevur tú einki egið tilfar ella dugir at spæla uppá okkurt instrument, so ert tú rættiliga illa staddur eftir X-Factor, tí tú fært bara ein eitt ára fløgusáttmála, og síðani verður tú sleptur uppá fjall.