Takið av brandstøðini í Gøtu

Har stendur nokk ikki nógv at bjarga, sigur Svenn Olsen, limur í bjargingarliðnum í Gøtu. Teir hava verið noyddir at finna nýggjan kommandosentral

RÁS2 SENDIR BEINLEIÐIS Tað er ódnarveður um alt landið í kvøld. Summa staðni stendur verri til enn aðrastaðni, og eina ringast er støðan í Gøtu.

Bjargingarliðið hevur havt úr at gera, og fyri at tað ikki skal verða lygn, blivu teir av við sjálva bjargingarmiðstøðina, tá takið knappliga fór at flog.

Har var einki at gera, vit máttu bara finna okkum nýggjan kommandosentral, sigur Svenn Olsen, sum er limur í bjargingarliðnum.

Talan er fyri tað mesta um brotnar rútar og rivnar takplátur, men hann kundi eisini siga frá um ein bil, sum tíðliga seinnapartin var fokin út av vegnum, men sum nú næstan var fokin upp á vegin aftur.

Vit royna fyrst at hálpa har, sum fólk er, og í løtuni fáa vit slett ikki sett á bilin, sigur Svenn Olsen, sum annars ræður fólki frá at fara út uttan at tað er umráðandi neyðugt.

Eisini á Politistøðini í Havn hava tey úr at gera. Tað er jú har, boðanarmiðdepilin er, og tað er har, fólk skulu ringja og boða frá skaðum. Jón Klein Olsen sigur, at vegurin Yviri við Strond nú er stongdur av nógva briminum, sum hevur skolað grót niðan á vegin. Og tað dugir varapolitiinspektørur ikki at minnast er hent fyrr.