Taka undir við at miðnámsskúlin í Vági verður fluttur til Hovs

Tvær kommunur í Suðuroy hava boðað landsstýrinum frá, at tær taka undir við ætlanini um at flyta ætlaða miðnámsskúlan í Vági til Hovs. Men eisini aðrar kommunur taka undir við tí

Miðnámsskúli og røktarheim

Ætlanin hjá landsstýrinum um at flyta miðnámsskúlan í Vági til Hovs og at byggja hann saman við heilsuskúlanum- og at byggja røktarheim í Vági afturfyri, fær undirtøku í Suðuroy.
Í hvussu so er hava tvær kommunur formliga boðað landsstýrinum frá, at tær heilt ella partvís taka undir við ætlanini.
Landsstýrið skrivaði herfyri øllum kommununum bræv, har tað greiddi frá ætlanini.
Og ætlanin er at byggja bæði miðnámsskúla og heilsuskúla í Hovi ístaðin fyri í Vági og á Tvøroyri. Samstundis er ætlanin at byggja røktareim í Vági á stykkinum, sum er grivið út til skúlan.

Taka undir við ætlanini
Bæði bygdaráðið í Hvalba og í Porkeri, hava nú skrivað landsstýrinum bræv, har tey boðað frá, at tey taka undir við ætlini.
Tó skal sigast, at Hvalbingar nevna ikki røktarheimi í sínum svari til landsstýrið.
? Bygdaráðið í Hvalba hevur ikki sagt nakað um røktarheim, men vit hava boðað landsstýrinum frá, at vit taka undir við, at miðnámsskúlin verður bygdur í Hovi ístaðin fyri í Vági, sigur Levi Niclasen, borgarstjóri í Hvalba.
Hann sigur, at bygdaráðið í Hvalba heldur, at tað er rættast at ein slíkur skúli liggur so mitt í oynni sum gjørligt.
Somu støðu hevur Porkeris Bygdaráð.
À fundi herfyri samtykti eisini bygdarráðið í Porkeri at taka undir við meginregluni í ætlanini.
Men í svari sínum til landsstýrið gera porkenningar samstundis vart við, at teir vilja hava meiri at vita um ætlanina, áðrenn bygdaráðið blástemplar hana endaliga. Teir halda ikki, at tað ber til at taka endaliga undir við ætlanini, fyrrenn tað verður greitt, hvørjari tíðarætlan, landsstýrið arbeiðir eftir og hvørjar treytir landsstýrið fer at seta kommununum í suðuroynni í sambandi við røktarheimið.
Kommunurnar skulu betala 50% av einum røktarheimi og landsstýrið hevur boðað frá, at tað er sinnað at gera afturgjaldstíðina hjá kommununum so mikið lagaliga, at tað ber til hjá teimum at vera við.
Og tað er alt hetta, sum porkenningar vilja hava greiði á, áðrenn teir taka endaliga støðu.
Annars hevur bygdaráðið í Hovi eisini samtykt at taka undir við ætlanini, men tað hevur ikki boðað landsstýrið frá síni støðu.
Emma Petersen, borgarstjóri, sigur, at eitt tað fyrsta, sum nýggja bygdaráðið í Hovi fer at taka støðu til, tá ið tað tekur við á nýggjárinum, verður at svara brævinum frá landsstýrinum.
Men tað er lítið væntandi, at nývalda bygdaráðið fer at hava eina øðrvísi støðu enn hetta bygdaráðið hevur, tí tað er bara ein nýggjur bygdaráðslimur í nýggja bygdaráðnum.
Hinvegin hevur býráðið í Vági avgjørt víst ætlanini aftur.
Nýggja býráðssamgongan í Vági hevur boðað frá, at tað stendur við avgerðina, men at bólutirn liggur hjá landsstýrinum. Og kemur landsstýrið við einum heilt ítøkiligum uppskoti, fer býráðið at viðgera tað.