Taka seg aftur men ikki út

Russland hevur lovað at taka sínar herdeildir í Georgia aftur, men ikki úr landinum, sigur russiski varaherovastin

Anatoly Nogovitsyn, generalur, sigur við russisku tíðindastovurnar, at russiski herurin er farin undir afturtøkuna sambært vápnahvíldaravtaluni, sum Russland og Georgia staðfestu leygardagin. Men sambært generalinum eru málsligir trupulleikar uppií.

 

- Tað er munur á ensku orðunum "pullout" og "withdrawal", og í samráðingunum við franska forsetan, sum kom við friðaruppskotinum, tosaðu vit um "pullout" og ikki um "withdrawal", sigur russiski varaherovastin sambært Sky News.

 

- Vit hava sostatt lovað at taka okkum aftur, men ikki út, sigur Anatoly Nogovitsyn, generalur.