Taka pengar frá Skúladeplinum í Marknagili til Kringvarpið

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at játta kringvarpinum 3,5 milliónir afturat næsta ár.

Peningurin verður tikin frá ætlaða Skúladeplinum fyri næsta ár, so játtanin til hann lækkar samsvarandi, úr 60 milliónum næsta ár, niður í 56, 5 milliónir.

Tað heldur Landsstýtrið ber væl til, men so má játtanin hækkast aftur við somu upphædd í seinasta lagi 2016.

Landsstýrismaðurin sigur, at endamálið við hækkingini er at minka um ávirkanina av niðurskurðinum, ið Kringvarpið noyðist at gera.

- Kringvarpið má niðurlaga starvsfólkatalið, soleiðis at javnvág aftur fast millum inntøkur og útreiðslur.

- Inntøkurnar frá kringvarpsgjaldi øktust við lógarbroytingini frá 2010, men økingin hevur ikki uppvigað lækkingina í inntøkunum frá lýsingum og spæli.

Uppsparingin hjá Kringvarpinum er burtur, eftir at stovnurin hevur havt undirskot ár um ár, samstundis sum nýggjar roknskaparreglur hava kravt fleiri avskrivingar.

Hesar 3,5 milliónirnar, Kringvarpið fær eyksa, eru fyri at tryggja eina lagaliga yvirgongd til eitt lægri starvsfólkatal.

Samstundis verður alt virksemið hjá Kringvarpinum savnað í Sortudíki so skjótt sum møguligt, ella longu í vár og tað skal ein partur av eykajáttanini brúkast til.

Landsstýrismaðurin sigur, at tað fer at gera raksturin bíligari.

Harafturat skulu bygningarnir hjá Kringvarpinum í Vørðsluni seljast sum skjótast.