Taka málið upp á bygdarráðsfundi

Fegnast um, at landsstýriskvinna ásannar, at tað er ein trupulleiki.

Tað verður ikki fyrr enn 22. juni, at Vestmanna kommuna fær høvi at viðgera svarið frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsu- og innlendismálum, nú hon hevur noktað umsóknini frá Vestmanna kommunu at sleppa úr VEKS-samstarvinum.


Pauli T. Petersen, borgarstjóri í Vestmanna kommunu, er uttanlands í arbeiðsørindum fyri løgtingið, og upplýsir fyri in.fo, at hann ikki hevur havt stundir at sett seg inn í svarið frá landsstýriskvinnuni enn. Tí er avmarkað hvat hann kann siga, men hann staðfestir, at bygdaráðið verður ikki kallað saman í úrtíð at viðgera málið.


- Tað er landsstýriskvinnan, ið eigur endaliga avgerðina hvussu økið er skipað. Tað má man taka til eftirtektar, men vit fara at viðgera málið á næsta bygdarráðsfundi, ið verður 22. juni.


Borgarstjórin gleðist tó yvir, at tað tykist, at landsstýriskvinnan hevur skilt, at tað finst ein trupulleiki. Við in.fo fyrr í dag segði hon nevniliga, at trupulleikin helst liggur í fíggjarleistinum, ið Kommunufelagið og Fíggjarmálaráðið skulu samráðast um av nýggjum.


- Tað merkir tað, at hon nú viðgongur, at tað finst ein trupulleiki í eldraøkinum, sigur Pauli T. Petersen.