Taka løgreglufólk heim úr Katalonia

Spanska stjórnin tekur nú tey eyka løgreglufólkini, sum í september vóru send til Katalonia, úr landslutinum.


Blaðið El País vil vera við, at talan er um 10.000 løgreglufólk, sum vóru send til Katalonia í sambandi við umstríddu fólkaatkvøðuna um loysing, ið varð hildin fyrsta dagin í oktober.

Nógvar atfinningar hava verið ímóti framferðini hjá løgreglufólkunum í sambandi við fólkaatkvøðuna.

Spanska innanríkisráðið sigur, at afturtøkan av løgreglufólki er byrjað, og hon verður liðug leygardagin.

Síðani 27. oktober hevur miðstjórnin í Spania havt politisku leiðsluna í Katalonia.