Vágs býráð tekur ikki undir við ætlanini at niðurleggja bingjuplássini í teimum einstøku bygdunum í Suðuroy og at gera eitt stórt, felags ruskpláss mitt í oynni ístaðin fyri Tað samtykti býráðið mikukvøldið.
Tað er IRF, sum hevur reist spurningin um at gera eittstórt, felags ruskpláss í Trøllavík, mitt í Suðuroy, eftir uppskoti frá Tvøroyrar Býráði.
Tað, sum meirilutin í býráðnum stúrur fyri, er, at verður tað ov langt at koyra við burturkastið ella í aðrar mátar ov tórført at sleppa av við tað,fara fólk bara at tveita frá sær úti í náttúrini og so enda vit aftur í somu suppuni, sum vit vóru í áðrenn bingjuplássini komu, sum formaðurin í teknisku nevnd,Dánjal Bjarkhamar, tók til.
Hann vísti eisini á, at parturin, sum Vágs Kommuna skal betala fyri hesa ætlanina, táttar í eina millión. Og sum fíggjarstøðan hjá kommununi er, sær hann ongan møguleika fyri, at Vágs kommuna kann vera við í eini ætlan, sum hesari.