Taka ikki ímóti fiski

Landingarmiðstøðirnar í Havn og Klaksvík taka ikki ímóti fiski teir næstu dagarnar.

 

Vegna landingarmiðstøðirnar, Barðið í Havn og NFCS (Northern Fish Cold Storage) í Klaksvík, hevur Fiskamarknaður Føroya í dag eina fráboðan.

 

- Landingarmiðstøðirnar í Havn og Klaksvík taka ikki ímóti fiski frá leygardegnum 29. desember til og við mánadagin 31. desember.

 

Orsøkin til, at landingarmiðstøðirnar í Havn og Klaksvík ikki taka ímóti fiski hesar dagar er, siga tey í fráboðan, at eingin avskiping verður mánadagin 31. desember.

 

- Opið verður aftur sum vanligt 2. januar 2019, siga tey hjá Barðinum í Havn og Northern Fish Cold Storage í Klaksvík. Fráboðanin kann lesast á www.fmf.fo