- Her er ongin samanhangur millum orð og gerðir.
Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum, er kann als ikki góðtaka nakrar av broytingunum, ætlanin er at gera í barsilsskipanini.
Við Skúlablaðið staðfestir hann, at Lærarafelagið tekur undir við, at útgjaldið úr barsilsskipanini skal geva rætt til eftirløn.
Men felagið tekur als ikki undir við, at gjaldið til eftirløn verður drigið frá útgjaldinum.
Tað merkir, at útgjaldið úr barsilsskipanini fer at minka, sum frálíður.
- Politikkarar tosa aftur og fram og upp og niður um fallandi barnatal. Samstundis kemur Almannamálaráðið við einum uppskoti, sum setir mánaðarliga barsilsútgjaldið niður, staðfestir Lærarafelagið
Felagið sigur, at er tað nakað, sum kann økja um føðitíttleikan í Føroyum, er tað betri fíggjarlig viðurskifti fyri tey, sum eiga børn.
- Men hetta gevur í hvussu so er ikki kvinnum størri hug at eiga børn, heldur formaðurin í Lærarafelagnum.
- Vit skulu eisini minnast til, at hesar kvinnur ofta arbeiða niðursetta tíð, og at tær tí frammanundan eru ein veikur eftirlønarbólkur. Almenna skipanin eigur at hjúkla um tær fíggjarliga, tí tær eru framtíð Føroya, sigur hann.
- Sjálvandi skal eftirlønargjaldið veitast umframt verandi gjald, annars verður úrslitið eftir fáum árum, at mánaðarliga útgjaldið fellur undir alt lágmark.
Hægstamarkið, eftir at frítíðarløn er tikin av, er 22.321 krónur um mánaðin.
Avleiðingin av uppskotinum er, at um fá ár er útgjaldið niðri á 18.973 krónum um mánaðin fyri tey, sum eru frægast fyri í skipanini.
- Hetta kann Lærarafelagið ikki góðtaka.
Havast skal eisini í huga, at útgjaldið ikki er prístalsviðgjørt, og tí minkar lutfalsvís við veksandi prísum, leggur felagið afturat.
Annars tekur hann undir við, at ætlanin er at geva pápum størri rætt til barsilsfarloyvi.
Men hann heldur, at tað ber brá av at vera óneyðugur tvingsil, tá ið ætlanin er at taka páparnir ikki farloyvi, skal tað fella burtur.
- Summir pápar hava rætt og slætt ikki møguleika at fara í farloyvi, staðfestir Herálvur Jacobsen í Skúlablaðnum.