Taka fleiri túsund krónur frá fólka­pen­sjónistum

Skerjingin, sum samgongan nú ætlar at seta í verk ímóti fólkapensjónistunum, kann als ikki góðtakast, sigur Landsfelagið hjá pensjónistunum

Verður hetta gongdin, endar tað við, at pen­sjón­istar í Før­oyum koma at liva í lutfalsligum fá­tækra­dømi í »væl­ferðar­sam­fel­agnum Før­oyum«.
Landsfelagið hjá pen­sjónistunum fordømir nýggjastu ætlanina hjá sam­gonguni um at strika automatisku hækk­ing­ina upp á 3% av fólka­pen­sjón­ini, soleiðis sum ætlanin nú er.
Ingrid Henriksen, skriv­ari hjá pensjón­ist­unum, hevur lagt ætl­anina hjá samgonguni fyri landsnevndina hjá pen­sjónistunum og har er niður­støðan, at tað kann als ikki góðtakast, at ABC samgongan nú frystir fólkapensjónina fasta
– Lønir og vøruprísir hækka ár undan ári, og tí eigur fólkapensjónin sjálvsagt eisini at verða hækkað við einum rím­iligum prosentsatsi, ið avspeglar løn- og prís­gongd í landinum, sigur hon.

Ikki hækkað í 11 ár
Landsfelagið hjá pen­sjónistunum vísir á, at grundupphæddin í fólka­pensjónini verður ikki dagførd og sostatt hevur grundupphæddin í fólka­pensjónini staðið í stað síðan 1999, altso hesi seinastu 11 árini.
– Hetta er ein gongd, sum er óhoyrd í norðurlondum, har grund­upphæddin og við­bøtur hækka við ávísum satsi hvørt einasta ár.
Síðani 1999 hevur grundupphæddin í Før­oyum verið 4.169 kr. um mánaðin til støk og 3.313 kr. um mánaðin til gift. Hinvegin er danska grund­upphæddin nú kom­in upp á 5.448 krón­ur um mánaðin til ávika­vist gift og støk.
– Í staðin fyri at fast­frysta fólkapensjónina næstu tvey árini, eiga landsins myndugleikar at dag­føra bæði viðbøtur og grundupphædd við hóskandi prosentsatsi, ið avspeglar løn- og prís­vøkstur í føroyska sam­felagnum.
– Serstakliga eigur grund­upphæddin uttan drál at verða dagførd, so hon avspeglar ta pen­inga­upp­hædd, sum hvør einstakur per­són­ur má hava til taks til mat, klæðir og líkn­andi útreiðslur, sigur lands­felagið hjá pensjón­ist­unum.