Tak tína »selfie« og send okkum

Ger sum Obama, Thorning og Cameron – og send okkum tína selfie-mynd

Tað fekk nógva umrøðu, tá David Cameron, Helle Thorning-Schmidt og Barak Obama vórðu avmyndað undir minningarhaldinum fyri Nelson Mandela sunnudagin, at tey sótu og fnisaðu og tóku »selfies« av sær sjálvum. »Selfie« er sjálvsmynd.

 

Sí myndatema VIÐ AT TRÝSTA HER

 

Tak tú tína egnu selfie mynd og send til selfie(at)sos.fo, so leggja vit eisini tína mynd í myndatemaið.

 

»Selfie« er eitt enskt orð fyri at taka eina fotomynd av tær sjálvum – einsamallum ella saman við ørðum, kanska kendum persónum – sum er tikin við einum handhildnum myndatóli ella fartelefon. Tað eru serliga tannáringar og kendar persónligheitar, ið taka »selfies« og leggja tey á netið. Men við hesum fara vit at bjóða lesarum okkara hendan møguleikan.