Tak skal á Tórsvøll

Nevndin í grunninnum fyri Tórsvøll hevur samtykt, at arbeiðast skal við at gera tak yvir áskoðaraplássini, men enn er einki ítøkjuligt hesum viðvíkjandi

Tórsvøllur


Menn eru í løtuni í ferð við at gera bygningin við Tórsvøll kláran, og tá hetta er fingið frá hondini, verður næsta stig at fáa tak oman yvir áskoðaraplássini við vøllin.

Poul Michelsen, formaður í Grunninum fyri Tórsvøll, sigur við Sosialin, at tað sjálvsagt er eitt mál í sjálvum sær at fáa tak yvir áskoðararnar.

- Nevndin hevur samtykt, at arbeiðast skal við at fáa fíggin til hetta, men akkurát nær og hvussu fái eg als ikki sagt, sum er, sigur Poul Michelsen.


Einki áramál

Spurdur um, hvussu ítøkjuligar ætlaninar hesum viðvíkjandi eru, svarar formaðurin, at í løtuni er einki fastlagt, annað enn tað at arbeitt verður við málinum.

- Nú eru vit so í ferð við at gera húsini klár, og ætlandi skulu vátrúminini verða klár til komandi ár.

- Viðvíkjandi takinum, so hava vit enn ikki avgjørt, hvussu ein slík konstruktión skal verða, og tí fái eg heldur ikki sagt nakað sum helst um kostnaðin av hesum, men tað er greitt, at vit tosa um fleiri milliónir.

Hóast tað sostatt ikki verður í bræði, at takið kemur, so heldur Poul Michelsen ikki, at takið yvir vøllin liggur so øðiliga langt frammi í tíðini.

- Eg kann ikki seta nakað áramál á, men eg síggi hetta í øllum førum sum nakað, ið kann røkkast innan eina yvirskoðiliga framtíð, sigur Poul Michelsen at enda.