– Hetta er spell!
Sigvald Kristiansen, formaður í Landsfelag pensjónistanna, harmast um, at samgongan enn einaferð hevur gjørt av at skerja livikorini hjá pensjónistunum fyri at fáa hallið á fíggjarlógini at minka.
Hann sigur, at enn hevur felagið ikki fingið uppskotið um at strika javningina av pensjónum fyri næsta ár, til hoyringar.
Hinvegin ásannar hann, at vit eru mitt í sparitíðir og undir hesum umstøðum slepst ikki undan, at pensjónistar eisini koma at merkja til sparingar.
– Men tað skal ikki raka teir, sum frammanundan eru ringast fyri, sigur Sigvald Kristiansen.
Í hesum sambandi sipar hann til teir pensjónistar, ið bara hava fólkapensjón og Samhaldafasta, sum formliga eitur AMEG, at liva av.
– Tað eru tveir triðingar av pensjónistunum, ið onga aðra inntøku hava enn fólkapensjón og AMEG at liva av. Og tað sigur seg sjálvt, at verður automatiska árliga hækkingin upp á 3%, sum skal byrgja upp fyri príshækkingum, eisini strikað, fer tað at merkjast væl hjá øllum hesum pensjónistunum.
– Tað merkir, at fólkapensjónin fer at standa í stað, hóast prísirnir í samfelagnum uttan fara at hækka.
– Sostatt fer hetta at føra við sær, at keypiorkan og harvið livistøðið, hjá pensjónistunum, fer at lækka enn meiri.
Breiðir herðar
Ístaðin fyri at raka tey, sum bara hava vanliga fólkapensjón og AMEG at liva av, skjýtur formaðurin í Landsfelag Pensjónistanna upp, at politikararnir friða teir pensjónistar, ið bara hava fólkapensjón og AMEG, og ikki taka meiri frá teimum.
Skal nakað partú takast frá pensjónistum, eigur tað at verða tikið frá teimum, sum hava aðra inntøku afturat pensjónini og AMEG.
– Í slíkum førum eiga vit, sum hava góða pensjón afturat vanligu fólkapensjónini, at tola, at betala tann partin eisini, so at teir pensjónistar, sum eru ringast fyri, fáa frið, sigur Sigvald Kristiansen.
Annars hevur Almannaráðið boðað frá, at uppskotið er sent avvarðandi pørtum til hoyringar.
Tá ið vit tosaðu við Sigvald Kristiansen, hevði ikki sæð lógaruppskotið, men hann væntar at Landsfelag Pensjónistanna er ein avvarðandi partur.
– Tá ið vit fáa uppskotið fara vit at viðgera tað og at siga okkara meining, sigur hann