Slakar 8000 krónur um árið fyri tóm býli

- Ásetingin byggir á nýggja lógarheimild, sum gevur kommunum møguleika at krevja tænastugjald fyri býli, har eingin er skrásettur at búgva, siga tey í Sunda kommunu

 

Sunda kommuna fer nú at leggja tænastugjøld á tóm býli í kommununi, har eingin er skrásettur at búgva. Hetta varð einmælt samtykt á fundi hin 26. mai 2025.

 

Ásetingin er galdandi frá 1. januar í ár at rokna.

 

- Ásetingin byggir á nýggja lógarheimild, sum gevur kommunum møguleika at krevja tænastugjald fyri býli, har eingin er skrásettur at búgva sambært Landsfólkayvirlitinum.

 

Talan er um býlir, har kommunan er áløgd at veita grundleggjandi tænastur fyri eitt nú vatnveiting, fráveiting av kloakk, burturbeining av húsarhaldsburturkasti og brunatilbúgving.

 

- Lógin ásetir, at um ein kommuna ger av  at brúka hesa heimild, skal tænastugjaldið krevjast fyri øll tóm býli í kommununi - uttan mun til, um eigarin sjálvur býr í kommununi ella ei.

 

Í Sunda kommunu vísa tey á, at tænastugjaldið er sett í samsvari við lógina soleiðis, at tað:

 

* hvílir í sær sjálvum

* einans fevnir um veruligar útreiðslur

* liggur undir ásettum hámarki fyri 2026, sum er 7.945 krónur fyri hvørt býli 

 

Umsitingin hjá Sunda kommunu hevur gjørt eina nágreiniliga útrokning av rakstrarkostnaðinum fyri viðkomandi tænastur.

 

- Bygt á miðal rakstrartøl fyri árini 2020–2024, og sambært upplýsingum úr bygningsskránni, er miðal kostnaðurin roknaður til 7.500 krónur fyri hvørt býli um árið svarandi til 625 krónur um mánaðin.

 

Lagt verður aftrat, at tænastugjaldið kom í gildi hin 1. januar 2026, og kommunan ger sjálv av, hvussu gjaldið verður kravt inn - mánaðarliga, hálvárliga ella árliga.

 

- Eigarar av tómum býlum fáa nærri kunning um innkrevjing og gjaldsfreistir í næstum, siga tey í Sunda kommunu.