Leygardagin 16. mai klokkan 11 verður nýggi tænastudeplinum í Vági latin upp fyri almenninginum.
Á tænastudepilin, sum er í Gamla Posthúsinum í miðbýnum, verður býarbókasavn og kunningarstova.
- Í samband við almennu upplatingina verður eisini nýggja navnið á tænastudeplinum avdúkað, eins og høvið verður at síggja nýggju hølini frá klokkan 11-13.
Tað veit Vágs kommuna at siga í kvøld.