Umleið 40% av hvørjum árgangi flyta av landinum tá tey skulu undir hægri lesnað. Bara helvtin kemur aftur. Sum samfelag missa vit við hesum bæði búskaparliga og mentanarliga. Vinnan missur serfrøði, bæði meðan tey lesandi eru undir lesnaði og aftanná lokna útbúgving. Føroyski búskapurin missur íverksetarar, og vit missa ung, sum kunnu koma við nýggjum sjónarmiðum og royndum. Vit missa tónleikarar og alskyns listafólk, sum ríka føroysku mentanina. Í hesum missa vit okkum sjálvi.
Vit í MFS vilja vísa á 5 ítøkiligar broytingar, innan lestrarpolitik, sum eitt nýtt løgting og landstýri kann seta í verk, fyri at geva ungum føroyingum møguleikan og birta hugin at lesa í Føroyum.
1. Fleiri bílligar lestrarbústaðir.
Tak yvir høvdið er grundleggjandi fyri at lesa í Føroyum. Lestrarbústaðir, ið nøkta fjøllbroyttar tørvir eiga at byggjast sum skjotast, og tað eigur at strembast eftir at leigan hægst er 50% av lestrarstuðulin. Lestrarheim eiga eisini at byggjast, sum hava rammur til at skapa eitt sosialt lestrarlív.
2. Tryggja kappingarfør livikor
Lesandi eiga at fáa hægri frádrátt á tað tey tjena við síðunar av lestrinum, eins og lærlingar fáa tað í Føroyum og føroysk lesandi fáa í Danmark. Fíggjarligi stuðulin til lesandi við børnum er munandi lægri enn tann stuðulin, ein fær í Danmark. Tí eigur hensin stuðulin eisini at hækkast, soleiðis at tað gerst lættari at eiga og hava børn sum lesandi í Føroyum.
3. Eitt altjóða fróðskaparsetur.
Fyrrverandi samgonga raðfesti at gerast partur av Erasmus+ skipanini, og vónin er, at vit kunnu gerast partur av skipanini í 2028. Erasmus+ skipanin ger tað møguligt, at lesandi á setrinum kunnu fara á skiftislesnað í næstan øllum evropeiskum londum. Umframt, at lesandi úr Evropa kunnu lesa á setrinum í eitt ár. At gerast partur av skipanini hevði kostað okkum eitt limagjald á umleið 3 mió. Hendan fígging kemur tó aftur til Føroyum við stuðul til gransking og fígging fyri hvønn skiftislesandi Setrið tekur ímótir. Sum partur av Erasmus+ grunninum verður tað eisini møguligt hjá feløgum í sivila samfelagnum at søkja um stuðul til verkætlanir. Ein nýggj samgonga og eitt nýtt løgting eiga at raðfesta hesar pengarnar, soleiðis at Føroyar gerast partur av Erasmus+ áðrenn 2028, tá nýggi fíggjarkarmurin fyri skipanini byrjar.
4. Ein langtíðar fíggjarkarmur fyri útbúgving.
Ein útbúgving tekur ofta 3 til 5 ár, men fíggjarkarmurin hjá setrinum skal samráðast á hvørjum ári. Hetta ger tað sera avbjóðandi at leggja langtíðar ætlanir fyri hægri útbúgving í Føroyum. Í okkara grannalond er vanligt, at fíggjarkarmurin fyri universtitetini verða samráddur hvørt triðja ella fjórða ár.
5. Byggjanýggja kampus.
Lestrarumhvørvið í Føroyum eigur at samlast á einum stað. Ein nýggjur bygningur er longu projekteraður og tað sum nú manglar er at útbjóða bygningsarbeiðið. Hetta hevði verið við til at skapt eitt meira livandi og mennandi umhvørvi á Setrinum.
Meginfelag Føroyskra Studenta










