Tað verður VAR við Djúpumýru í Klaksvík í summar

UEFA krevur VAR til Champions League undankappingardystirnar KÍ skal spæla á heimavølli í summar

Ein kelda hjá in.fo í Klaksvík veit at siga, at tað verður enn meira altjóða kent, tá KÍ fer at spæla í undanumførunum í Champions League kappingini.

 

Ein VAR skipan verður sett upp við Djúpumýru komandi vikuna. Tað er vorðið krav frá UEFA, at ein VAR-skipan er tøk til Champions League-undankappingardystirnar við Djúpumýru. Hetta hevur við sær, at 6-8 nýggj myndatól vera sett upp við vøllin við Djúpumýru.

 

KÍ fer at spæla fyrstu dystirnar í Champions League undankappingini millum 11. og 19. juli.