Danska veðurstovan DMI boðar frá, at tað verður gul til stívt andøvsgul, sum er 3 -8 metrar um sekundið fyrrapartin, men seinni upp til strúk í vindi, sum er 11 - 14 metrar um sekundið. Annars stívt andøvsgul upp í hvassan vind, sum er 10 - 15 metrar um sekundið.
Tað verður nakað av avfalli, sum fyrst fyri tað mesta verður regn, men út á seinnapartin og í kvøld heldur vátakava- ella kavaæl, sum gevur kava í fjøllunum norðanfyri.
Hann makar vindin til andøvsgul upp í ein strúk (8-13 m/s).
Hitin í dag millum 2 og 5 stig. Seinnapartin og í kvøld fellir hitin til millum -1 og 3 stig.