Tað verður ikki lættari hjá fólki at fáa fatur á pengum

Tað er skeivt at politikarar blanda seg upp í, heldur ein meiriluti av Løgtinginum

Hvørki samgongan, ella Framsókn, vilja ikki seta bankunum krøv um at seta fleiri deildir á stovn kring landið, ella at fáa fleiri sjálvtøkur í ymsum bygdum. Tað er greitt, nú vinnunevndin hjá Løgtinginum hevur viðgjørt eitt uppskot frá Tjóðveldi um at gera tað lættari hjá fólki at fáa fatur á sínum egnu pengum. Í hesum sambandi hava fleiri løgtingslimir fýlst á, at bankarnir hava alsamt lukkað fleiri deildir kring landið, og nógva staðni eru sjálvtøkurnar eisini tiknar niður.

 

Sostatt er tað rættiliga langt hjá nógvum fólkum at fáa fatur á sínum egnu pengum, halda fleiri løgtingslimir. Men samongan, og Framsókn eru ikki sinnað til at seta bankunum krøv á hesum øki.

 

Tey ásanna, at tað eru ikki øll, serliga eldri borgarar, ið hava atgongd ella førleikar til at brúka netbankan. Sostatt mugu tey í bankarnar og ofta krevur bankin fleiri ómaksgjøld frá teimum. Tað skulu tey eisini tá ið tey fara vá posthús at gjalda rokningar.

 

Tey í Framsókn halda, at tað er óheppið, men tey halda ikki, at tað er rætt, at Løgtingið skal blanda seg upp í, hvørjar tænastur ein privat vinna skal veita sínum viðskiftafólkum. Men tey halda kortini, at bankarnir áttu at hugt at, hvussu vit kunnu tryggja fólki, eisini fyritíðarpensjónistum og pensjónistum, nakrar ókeypis tænastur, eitt nú skuldi tað verið ókeypis at tikið pengar út.

 

Tey í Javnaðarflokkinum og í Tjóðveldi vísa á, at bankarnir flyta seg longur og longur burtur frá viðskiftafólkunum. Tey staðfesta, at tað eru serliga tey eldru, sum longu hava goldið í ólukkumát í eitt langt lív, og sum borið tær tyngstu byrðurnar, sum merkja sviðan av hesum.

– Sjálvt um tað eru dømi um, at bankarnir hava goldið hundraðtals milliónir krónur í vinningsbýti, vilja teir hvørki hava fleiri deildir kring landið ella seta nýggjar sjálvtøkur upp.

 

– Tað er sum um, at bankarnir longu hava gloymt ta vælvild, føroyska fólkið hevur víst teimum við hjálparpakkum, tá ið teir vóru í svárari neyð. Gongur tað galið, skal fólkið gjalda hvørja ferð, og gongur tað væl, skal fólkið einki fáa. Tað er trupult at skilja, at bankakervið, sum hevur so stóran týdning í lítla føroyska samfelagnum, hevur flutt seg so langt burtur frá borgaranum, siga tey í Javnaðarflokkinum og í Tjóðveldi