Við einum megnar endarspurdi megnaði Silja at sníkja seg fram um Fípuna Føgru, sum var greitt á odda allan róðurin í fimmannaførum við gentum. Bátsforkvinna á Silju, Erika Christiansen upplivdi róðurin soleiðis.
- Tað kendist væl at rógva í dag. Vit vistu ikki, hvussu væl vit vóru við, tí tað var so ómetaliga tætt inneftir. Tó vóru vit greiðar yvir, at Fípan var langt frammanfyri mestsum allan teinin,
greiðir Erika Christiansen frá. Hon leggur afturat, at Silja hevur havt ein sera góðan endaspurt á øllum stevnum, og soleiðis var eisini í dag.
- Tá ið vit koma til endaspurtin sigur róðursmaðurin við okkum, at vit eru aftanfyri. Um vit vilja vinna, so er tað nú ella ongantíð. Síðani hendir okkurt við róðrinum hjá okkum. Vit koyra alt í hvørt tak, og vit ganga skjótt fram á Fípina Føgru. Tá ið vit koma á mál, eru vit ikki greiðar yvir, at vit hava vunnið. Viðhaldsfólk á landi bera okkum boðini, og síðani kundu vit bert fegnast,
letur í einari glaðari Erika Christiansen. FM-kappingin í fimmannaførum við gentum er ein hin mest spennandi kappingin í ár. Tríggir ymiskir bátar hava vunnið tær fimm stevnurnar, ið eru avgreiddar. Tætta kappingin kann vera øgiliga spennandi fyri ungu manningarnar, ið ikki hava drúgvar royndir í báti enn.
- Tað er heilt øgiliga spennandi. Tað ræður um at halda høvdið kalt og hava álit á hvørjum øðrum undir róðrinum. Tað kennist næstan eins og at rógva norðoyastevnu hvørja ferð,
greiðir Erika Christiansen frá og sipar til, at tað er trupult at spáða um vinnarar áðrenn norðoyastevnu, tí óvissan er so høg. Hesuferð var vinnarin Silja, men hvør stendur við steypinum á Vestanstevnu?