Tað var ikki neyðugt hjá Jenisi Av Rana, landsstýrismanni í uttanlandsmálum at leggja hetta fyri Uttanlandsnevndina hjá Løgtinginum. Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður. Høgni Hoydal, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, hevur spurt hann, hvussu tað ber til, at tann arktiska strategiin hjá Føroyum, sum landsstýrismaðurin í uttanríkismálum legði fram í Reykjavík herfyri, ikki verið til ráðførslu í Uttanlandsnevndini hjá Løgtinginum.
Hann spyr eisini, hví rammuavtalan um fiskivinnusamstarv, sum Jenis Av Rana undirskrivaði við Ísland í seinastu viku, heldur ikki verið til ráðførslu í Uttanlandsnevndini hjá Løgtinginum.
Løgmaður sigur, at arbeiðið at orða tann arktiska politikkin hjá Føroyum byrjaði á vári 2020. Og tá tók eitt samt landsstýri, og ein samd Uttanlandsnevnd, undir við at tað skuldi gerast. Síðani hava fundir verið við aðalráðini í Landsstýrinum, umframt við stovnar og áhugabólkar av ymsum slagi, fyri at fáa eitt grundarlag at byggja tann føroyska arktiska politikkin.
Úrslitið, sum varð lagt fram á arktisku ráðstevnuni í Reykjavík, ber heitið »politikkur« og ikki »strategi« og tað, sum varð lagt fram, er ein samanrenning av teimum málum vit hava sett okkum.
Politikkurin er ikki bindandi og endamálið var at gera vart við Føroyar sum samstarvspartur í Arktis, umframt at styrkja okkara leiklut í Arktiska ráðnum og øðrum viðkomandi samstørvum. Ætlanin er, at arktiski politikkurin skal vera grundarlag undir eini meira nágreiniligari ætlan, har tíðarkarmur, fígging og ábyrgdarbýti eru neyvari lýst, sigur løgmaður.
Ætlanin hevur alla tíðina verið at leggja arktiska politikkin fyri Løgtingið sum eina frágreiðing og at hava aðalorðaskiftið um málið fyri at kjølfesta hann politiskt og tí metti landsstýrismaðurin ikki, at tað var neyðugt at leggja tað fyri Uttanlandsnevndina.
Hann sigur samstundis, at í 2017 varð støða tikin til at fara undir samráðingar við Ísland um eina rammuavtalu, og tað hava verið fleiri samráðingarumfør síðani. Rammusáttmálin varð undirskrivaður í Reykjavík 14. oktober og sáttmálin og Føroyar hava skrivað undir við tí fyrivarni, at Løgtingið samtykkir hann.
Rammusáttmálin ásetir yvirskipaðu mannagongdirnar fyri, hvussu fiskivinnusamstarvið ímillum Ísland og Føroyrar, og ikki nakrar ítøkiligar ásetingar. Tí metti Jenis av Rana ikki, at hetta er so umfatandi, at tað neyðgug at leggja tað fyri Uttanlandsnevndina.
Sum sagt, verður tað ikki sett í gildi fyrr enn Løgtingið hevur samtykt tað og ætlanin er at leggja sáttmálan fyri løgtingið í næstum.