Tað skulu vera 38 posthús í Føroyum

Tað verður dýrari hjá postverkinum at lata posthúsini í níggju bygdum aftur, enn tað er at hava tey opin. Sjey løgtingsmenn hava onki álit á roknistykkinum hjá postverkinum um sparingar

 


? Vit trúgva onki uppá, at tað verður bíligari. Tvørturímóti ivast vit ikki í, at tað verður væl dýrari.

Sjey løgtingsmenn úr fimm flokkum hava onki álit á roknistykkinum hjá postverkinum, um, at tað verður ein sparing uppá góðar 700.000 krónur at lata posthúsini í níggju bygdum aftur, soleiðis, sum Postverkið ætlar.

Teir halda, at løgtingið eigur at áleggja postverkinum at hava posthús í ávísum bygdum.

Tí løgdu teir týsdagin uppskot fyri tingið um at áleggja postverkinum at hava posthús í 38 bygum og býum kring landið.

Teir halda, at posthús skal vera í Havn, í Gásadali, í Hattarvík, á Kirkju, í Kvívík, í Mykinesi, á Oyrabakka, í Sandavági, í Skálavík, í Skúvoy, í Sumba, á Toftum, í Vestmanna, í Fámjin, við Gjógv, Í Hesti, í Klaksvík, í Leirvík, í Nólsoy, í Porkeri, á Sandi, á Skála, á Strondum, í Svínoy, Á Tvøroyri, í Viðareiði, í Fuglafjørði, í Gøtu, í Hvalba, í Kollafjørði, í Miðvági, í Norðadali, í Saltangará í Sandvík, í Skopun, á Stykkinum í Sørvági og í Vági.

Teir sjey løgtingsmenninir, sum hava lagt uppskotið fyri tingið eru allir úr andstøðuni, teir eru: Lasse Klein og Jákup Olsen úr KrF, Henrik Old og Jógvan Adolf Johannesen úr Javnaðarflokkinum, Tordur Niclasen úr Miðflokkinum, Signar á Brúnni úr Tjóðvedisflokkinum og IngeborgVinther úr VmF í andstøðu.


Øll níggju eru við

Postverkið hevur annars ætlað at lata posthúsini í níggju bygdum aftur.

Hesi níggju posthúsini eru øll ímillum tey, løgtingsmenninir ætla at áleggja postverkinum við lóg at hava opin.

Talan er um posthúsini í Porkeri, í Fámjin, í Sandvík á Stykkinum, í Kvívík, Við Gjógv, Á Toftum, á Viðareiði og í Skálavík.

Tey, sum seta hava lagt uppskotið fyri tingið, halda, at hesar bygdirnar eiga sín rætt í samfelagnum, eisini til tær tænastur, postverkið hevur.

Summar av hesum bygdum hava havt posthús í mansaldrar og teir sjey tingmenninir halda, at hetta eru so týdningarmiklar tænastur, at Postverkið eigur ikki av sínum eintingum at sleppa at leggja tær niður, uttan at tað beinleiðis verður gjørt við lóg.


Hava onki álit á roknistykkinum

Teir sjey tingmenninir siga, at teir hava sæð roknistykkið hjá postverkinum fyri, hvussu nógv verður spart, verða hesi níggju posthúsini stongd.

Talan er um sparingar uppá góðar 700.000 krónur, sigur postverkið.

Men hesum roknistykki hava teir yvirhøvur ikki álit á.

Ein av uppskotsstillarunum, Lasse Klein vísur m.a. á, at tá ið tey funnust at roknistykkinum fyri posthúsið á Toftum, mátti posthúsið bíta tað í seg, og rætta tað, so at sparingin verður góðar 80.000 krónur minni, enn postverkið upprunaliga segði.

? Tá so grovt mistak varð gjørt á einum posthúsið, hvussu sær so roknistykkið fyri hini posthúsini sær út, spyr Lasse Klein.

Løgtingsmenninir halda somuleiðis, at Postverkið hevur grovliga undirmett kostnaðin av postflutninginum til og úr hesum níggju bygdum, tá ið posthúsini eru niðurløgd, og tænastan verður røkt frá einumstørri posthúsið í aðrari bygd ístaðin. Samstundis fer tænastan at versna í stórum, tí tað verður í nógvum førum, at fólk noyðast av bygd at avreiða síni postørindi.

Løgtingsmenninir halda eisini, at postverkið hevur møguleika at økja inntøkurnar við at menna, eitt nú girokontotænastuna, serliga í bygdum, har ongir peningastovnar eru.

Sparingarnar, sum postverkið hevur sett upp, verða tey níggju posthúsini stongd, síggjast í talvuni niðanfyri.


BygdKostar núFer at kosta Sparing


Fámjin215.587,00119.000,00 96.587,00

Sandvík 166.029,00108.700,00 57.329,00

Toftir177,261,00 103,000,00 74.261,00

Skálavík188.373,00126.000,00 62.373,00

Stykkið128.199,00109.000,00 19.199,00

Kvívík270.863,00128.500,00142.363,00

Gjógv141.327,00 75.000,00 66.327,00

Viðareiði241.360,00118.500,00122.860,00

Porkeri261.914,00175.500,00 86.414,00