Tað skal vera lættari at fáa fatur á rúsdrekka

- Tí skal Rúsan steingjast og vanligir matvøruhandlar skulu sleppa at selja rúsdrekka

Rusdrekkasøla Landsins skal steingjast og ístaðin skulu vanligir matvøruhandlar sleppa at selja rúsdrekka.

 

Tað halda næmingarnir í 9. A í Eysturskúlanum, sum fara í Løgtingið mánadagin at manna ungdómstingið, sum verður mánadagin og týsdagin.

 

Har fara tey at leggja uppskot fram um gera rúsdrekkasøluna í Føroyum nógv fríari, enn hon er í dag.

 

Tað skal vera lættari hjá føroyingum at fáa fatur á rúsdrekka, halda Mia Helmsdal Clothier, Dánial Lava Jacobsen, Jógvan Fríði Tróndarson, Ragnar Sjúrðarson og Steingrímur Viderø Nielsen, sum eru teir næmingarnir, sum leggja uppskotið fram.

 

Hinvegin halda tey, at rúsdrekka skal seljast í einum bási fyri seg, saman við tubbakki, tí tað kann vera við til at minka um søluna av tubbakki.

 

Aldursmarkið fyri at keypa rúsdrekka og tubbakk, skal framvegis vera 18 ár, halda tey.

 

- Dømi eru um, at handlar selja ungum undir 18 ár, tubbakk, og við at gera serligar sølubásar til bæði tubbak og rúsdrekka fer hetta helst at minka um tubbakssøluna, halda næmingarnir í 9. A í Eysturskúlanum. 

 

Tey halda, at verður rúsdrekka selt í vanligum matvøtuhandlum, kann tað styðja uppundir gongdina, at nýtslan av sterkum rúsdrekka er minkað, tí føroyingar eru farnir at drekka veikari sløg, og tað halda tey er gott fyri heilsuna.

 

Verður rúsdrekka selt í vanligum handlum, verður ikki neyðugt hjá fólki, ið búgva á staði við ongari rúsdrekkasølu, at keypa í rúgvuvís hvørja ferð.

 

- Vit meta, at nýtslan av øllum rúsdrekka fer niður, tí at fólk ikki verða noydd at keypa meiri, enn tey hava brúk fyri, siga uppskotsstillararnir.