Tað sær heilt gott út í Gøtu í dag

Kabalin hjá G! Festivalinum gongur upp, og veðrið batnar alsamt sum dagurin gongur

 

Nú eru tey farin undir seinasta dagin á ársins G! festivali og í dag eru útlitini munandi frægari enn tey vóru í gjár.

 

Í gjár var fitt av vindin, og harafturat so mikið av aldu á Gøtusandi, at onkrar konsertir máttu flytast, og aðrar máttu útsetast til í dag.

 

Men í dag eru útlitini munandi frægari. Hann verður norðan og útnyrðingurnorðan í ættini. Hann verður undir 10 metrar um sekundið – og minkandi sum kvøldið og náttin líða, heilt niður í fimm metrar um sekundið, sum er at kalla stilli. Samstundis sær út til at klárna, og útlit eru enntá fyri at síggja sólina seinni.

 

Og tá ið høvuðsnavnið, Dizzy Mizz Lizzy, fer á pallin beint eftir klokkan hálvgum ellivu í kvøld, verður at kalla stilli.

 

Ein konsert, sum skuldi vera í gjár, men sum er útsett til í dag, var Eivør, sum ístaðin fer á pallin klokkan 20.35 í kvøld.

 

- Nakrar smávegis broytingar eru í skránni fyri at fáa pláss fyri Eivør á stóra palli, men neyðugt hevur ikki verið at avlýsa nakra konsert, siga fyrireikararnir.

 

Konsertin hjá Spælimonnunum á Spæliplássinum í kvøld er flutt til at liggja á sandinum klokkan 17. Hinvegin fer Teitur á pall á Spæliplássinum, beint sum Eivør er liðug.

 

Fyrireikararnir siga, at til klokkan 16 í dag er tað ókeypis at fara á G! og nú seinnapartin er eisini ymist til børnini.

 

Annars sleppa børn, 12 ár og yngri, ókeypis á G! í allan dag.

 

Niðanfyri eru fleiri myndir av G! í gjár, og undir "Myndasøvn", eru eisini fleiri myndir frá festivalinum.