TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við Inga Olsen, venjara hjá VÍF, aftaná Neistin og VÍF høvdu leikt javnleik 30-30 í FTZ deildini fyrr í dag.
Ingi ásannar, at tað sá ikki gott út fyrstu løtuna í fyrra hálvleiki, tá Neistin førdi 14-7, og tá hugsaði hann um bæði plan B og plan C, viðgongur hann. Hann er tó fegin um, at hansara menn vunnu seg uppá javnt aftur tíðliga í seinna hálvleiki. Hann heldur, at talan var um ein dyst millum tvey sera óstabil lið, sum sveiggja nógv í sínum avrikum.
Fyri VÍF var tað eitt keðiligt stig at missa nú vestmenningar skulu royna at halda Kyndil, KÍF og StÍF frá fatinum. Ingi heldur, at VÍF hevði meiri at spæla fyri enn Neistin í dag, og tað átti ein at sæð á leikvøllinum.
Nú veit Ingi hvør hevur rindað bótina hjá Heina Hanusarsyni uppá 5.000 krónur, men hann vil ikki siga hvør hevur rindað bótina.
Støðan í FTZ deildini :