Sjálvstýrisflokkurin stóð á gravarbakkanum. Við at fáa borgarstjóran í Klaksvík at umráða seg av nýggjum varð flokkinum kortini lív lagað.
Tað vísir nýggjast veljarakanningin, sum Fynd hevur gjørt fyri Sosialin.
Tað stóð heilt illa til hjá Sjálvstýrisflokkinum – og takið hjá Kára P. Højgaard at bjarga flokkinum var sera tungt. Vit hoyrdu bara um fólk, sum ikki stillaðu upp aftur fyri Sjálvstýrisflokkinum.
Men so beint eftir páskir boðaði Kári P. Højgaard til tíðindafundar í Miðlahúsinum. Hann var trekur at siga, hvat fundurin snúði seg um, og tí varð gitt, at hetta hevði eitthvørt við uppstilling til løgtingsvalið at gera.
– Men hví skuldi Kári P. Højgaard koma til Havnar at fortelja Føroya fólki um ein góðan persón at seta á listan í Klaksvík?
Tað vísti seg, at Kári P. Højgaard enn einaferð skuldi trekkja seg sum formann fyri at lata yngri kreftir sleppa framat. Hesaferð var tað Jógvan Skorheim í Klaksvík, ið skuldi fáast á listan. Hann hevði annars fleiri ferðir boðað frá, at hann ikki stillaði upp til løgtingsvalið, tí hann fór at brúka alla sína tíð og orku upp á býráðsarbeiðið í Klaksvík.
Men við at lata honum formanssessin bar til. Jógvan Skorheim hevur nú kortini stundir at stríðast fyri tingsessin – nú hann eisini er floksformaður.
Tí skjótt broytist í politikki. Tú hevur eina støðu, til tú velur eina aðra. Tað er loyvt, og tað verður ofta gjørt.
Úrstlið fyri Sjálvstýrisflokkin er longu greitt. Nú tykist vandin fyri at flokkurin skal hvøra, at vera av. Veljarakanningar, sum hava víst 2.7 prosent, 2.9 prosent og 2,4 prosent – og seinast 3.2 prosent, eru nú gjørdar til skammar. Hesaferð fekk flokkurin 4.3 propsent og størri undirtøku enn á valinum, tá flokkurin fekk 4.2 prosent.
Taktiska fintan hjá Sjálvstýrisflokkinum eydnaðist. Ultimativa málið fyri flokkin er at vinna sær ein tingsess aftur, eins og á síðsta valið. Fyribils er tað málið rokkið.









