Tað kemur ikki upp á tal at økja útreiðslurnar so nógv

Aðalráðini hava biðið Fíggjarmálaráðið um 50 milliónir í eykajáttan. Ikki talingur um, sigur Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri.

Umbønirnar eru framvegis alt ov høgar, nú eykajáttanarlógin skal fyri á landsstýrisfund. Talan er um tilsamans eini 50 milliónir krónur, sum fleiri av aðalráðunum vilja hava afturat síni játtan í ár.

 

Jørgen Niclasen sigur Rás 2, at hetta verður ein trupul uppgáva. 50 milliónir er ein alt ov høg upphædd at biðja um mitt í einum ári, sigur Jørgen Niclasen.

 

- Tað kemur ikki upp á tal at økja útreiðslurnar so nógv, sigur Jørgen Niclasen.

 

Hann vil ikki siga nakað um, hvat er ein góðkend upphædd.

- Tá fíggjarlógin varð samtykt, valdi fíggjarnevndin at skerja lógarbundnar útreiðslur, tí hon helt, at minni fór at verða brúkt. Tað vísir seg nú, at har fóru teir skeivir, sigur Jørgen Niclasen.

 

Jørgen Niclasen ásannar, at tað ikki verður gjørligt at koma niður á null, men sigur, at tað skal undir ongum umstøðum tátta í 50 milliónir.

 

- Her má brettast upp um armar, og vit mugu øll taka ábyrgd. Tað er ongantíð so týdningarmikið sum nú, tá tíðirnar eru góðar, at halda aftur við almenna vøkstrinum, sigur Jørgen Niclasen.

 

- Vit fara at leggja eina røð av sparinum fyri landsstýrisfólkini mánadagin, sigur Jørgen Niclasen. 

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at lurta eftir samrøðuni við Jørgen Niclasen.