- Tað er eingin loyna, at kynsligur ágangur er ein partur av okkara samfelag, men tíverri eru tað helst fleiri, sum framvegis halda kynsligan ágang loyniligan, siga tey í KRIS.

”Tað hvørvur ikki av sær sjálvum…”

- Vit gleða okkum at síggja teg til ráðstevnuna í Norðurlandahúsinum hin 4. oktober í ár, siga tey í KRIS.

 

- Tað er eingin loyna, at kynsligur ágangur er ein partur av okkara samfelag, men tíverri eru tað helst fleiri, sum framvegis halda kynsligan ágang loyniligan, siga tey í KRIS.

Á Ráðstevnuni, sum ber heitið ”Tað hvørvur ikki av sær sjálvum”, verða framløgur og orðaskifti um kynsligan ágang og seinárin av kynsligum ágangi í Føroyum. Ráðstevnan skal geva íkast til upplýsing og orðaskifti um kynsligan ágang og seinárin av kynsligum ágangi.

 

- Kynsligur ágangur er framvegis ein stór avbjóðing í okkara samfelag. 

 

Tað vísa tølini av fyrispurningum til KRIS seinastu nógvu árini og eisini kanningin, sum KRIS hevur gjørt fyrst í hesum árinum.

 

- Tølini frá hesi kanning verða løgd fram á ráðstevnuni. Tað er eingin loyna, at kynsligur ágangur er ein partur av okkara samfelag, men tíverri eru tað helst fleiri, sum framvegis halda kynsligan ágang loyniligan.

 

Fyrilestrarhaldarar úr Danmark, Noreg og Føroyum verða við á ráðstevnuni. Eisini verður pallborðsfundur við politikarum og fakfólkum, har kjakast verður um evnið. Skráin er fjølbroytt og vendir sær til øll, sum á onkran hátt arbeiða og fáast við menniskju.

 

- Ráðstevan vendir sær eisini til tey, sum hava áhuga fyri hesum evni, eitt nú sálarfrøðingar, læknar, heilsufrøðingar, heilsuhjálparar, sjúkrarøktarfrøðingar, sosialráðgevar, námsfrøðingar, lærarar, ymisk feløg, samkomur, kirkjur - eins og foreldur og umsorganarpersónar.   

 

##med2##

 

Hjá KRIS vísa tey á, at til ber at melda til ráðstevnuna her: https://www.nlh.fo/fo?event=9864/tad-hvoervur-ikki-av-saer-sjalvum - ella við at senda teldupost á info(at)kris.fo 

 

Skráin fyri ráðstevnuna, sum verður í Norðurlandahúsinum hin  4. oktober í ár, sæst her: https://kris.fo/skrain-til-radstevnuna-4-oktober-2023/ 

 

Seinasta freist at tekna seg er hin 13. september.

 

 

 


   

 

 

- Tað er eingin loyna, at kynsligur ágangur er ein partur av okkara samfelag, men tíverri eru tað helst fleiri, sum framvegis halda kynsligan ágang loyniligan, siga tey í KRIS.