- Tað hevur verið sera rørandi.
Tað siga trý av teimum, sum hava verið við í átakinum, Ímeðan Vit Bíða, sum Miðlahúsið skipar fyri.
Hetta er eitt tiltak, har endamálið er at savna pening saman til fátæk børn í Føroyum og tað er átakið Í Menniskjum Góður Tokki, sum umsitur pengarnar.
Tiltakið endar við stórum tiltaki í Norðurlandahúsinum í kvøld og tað verður sent beinleiðis her á info.
Til ber at fylgja við beint niðanfyri.
Nøkur kend fólk hava verið við til at varpa ljós á tiltakið og at savna pening saman
Trý av teimum Ragnhild Ellingsgaard, Magni Arge og Tróndur Vatnhamar, siga, at hetta hava verið rørandi dagar, tí undirtøkan er so stór.
- Nógv fólk hava vent sær til okkum og sagt, at tey vilja stuðla, siga tey trý
Í Norðurlandahúsinum í kvøld eru samrøður, tónleikur og frásagnir. Eisini verða fleiri málningar sendir á uppboðið og boðini upp á teir kunnu sendast á fartelefon 216409 ella á mail til: eirikur@sosialurin.fo
Startskotið til hesa innsavningina var sendingin ”Við hjálp frá góðum fólki”, sum Kringvarpið sendi fyri stuttum.-
Hetta hevur verið rørandi, men tað hevur eisini erið provokerandi, heldur Magni Arge.
- Vit hava so illa við at viðurkenna ,at vit hava fátæk fólk í Føroyum. Tað átti ikki at verið neyðugt, tí umsita vit okkara tilfeingi, so skuldi verið nokk til øll, sigur hann
- Hetta hevur latið eyguni upp hjá nógvum av okkum, legði hann afturat.